Góðska Harrans

Hvør stór er góðska tín, sum tú hevur goymt til teirra, ið teg óttast, sum tú sýnir teimum, ið trúgva á teg, fyri eygum manna. Tú skýlir teim í tínum andlits skjóli móti baktali av monnum; tú goymir teir í loyndum frá trætna av tungum! Lovaður veri Harrin, tí hann mær hevur sýnt undurfulla náði í tryggjaðum staði. Og eg hugsaði í angist míni: «Eg eri rikin frá tínum eygum burtur;» men tú hoyrdi mína bønligu reyst, tá ið eg rópaði til tín! Elskið Harran, allir hans heilagu! Harrin varðar teir, ið trúfastir eru. Men teimum, sum í ovurmóði fara, lønir hann margfalt aftur. Havið treysti, takið mót í hjarta, allir, ið Harranum bíða! Sálm. 31,20-25

Hesi vers eru síðsti partur av sálmi 31, og bera yvirskriftina ”lovsongur um góðsku Harrans”. Og tað má sigast at hetta er ein lovsongur til Guðs, fyri hvør hann er, og hvat hann ger fyri okkum menniskju.

Vit eru undir Guðs vernd og verju, og har kunnu vit hvíla trygt. Sum Rómverjabrævið eisini undirstrikar tað so væl í Rom. 8,31 ”er Guð við okkum, hvør er tá ímóti okkum?”.

Dávid kongur, sum hevur skrivað sálmin, livdi áðrenn Jesus, men tó sær hann Guð sum ein náðigan og miskunsaman Guð.

Vit eiga alt í Jesusi, sum okkara frelsara, tí kunnu vit taka undir við Dávidi, tá ið hann sigur, ”havið treysti, takið mót í hjarta, allir, ið Harranum bíða!”
Jesus signi okkum til tað.