Goym øðina
“Hin fákunni vísir straks gremju sína, men hin vitri vanvirðu dylur” (Orðt 12,16)
Vit menniskju blíva øll av og á óð ella firtin. Hetta fáa vit ikki altíð gjørt nakað við. Men eitt fáa vit ávirkað, og tað er, hvussu vit bera okkum at, tá ið vit gerast óð.
Hyggja vit at versinum í orðtøkunum, so síggja vit, at tann fákunni vísur sína gremju ella vreiði beinanvegin. Hugsa vit okkum um, so síggja vit, at hetta ikki altíð er so klókt. Tí tá ið vit eru óð, so er tað ofta, at vit hugsa okkum ikki serliga væl um, men vit sleingja bara alt út, óansæð um tað er gott ella ringt.
At bera seg at á tílíkan hátt kann vera sera vandamikið, tí vit kunnu særa okkara næsta. Tískil mugu vit biðja Gud um vísdóm, so at vit kunnu uppføra okkum sømiligt ella bara tiga, tá ið vit gerast óð.
Tí vit trúgvandi eru Guds lærusveinar, og vit skulu vera ljós í hesum myrka heimi, og heimurin hyggur eisini eftir, hvussu vit liva okkara lív.
So lat okkum biðja Gud geva okkum vísdóm, til at vera hansara vitnir við okkara atburði, eisini tá ið vit gerast óð.