Gróðursett á lívsins træi

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt” (Jes 9,2).

Tá eitt stórt træ er felt, stendur einans rótarstubbin eftir. Hann kann tykjast ógvuliga deyður, men tað kann henda, at ein nýggjur gróðurkvistur sprettur fram úr hesi klótu.

Í Bíbliuni verða fólkasløg stundum samanborin við trø, bæði jødafólkið og heidningafólk. Men aftur og aftur má Gud ásanna, at ávøksturin er ógvuliga soltin. Vegna áhaldandi ólýdni verða trøini feld.

Ísai stavaði frá Juda og var pápi Dávid kong. Um Dávid varð einaferð sagt, at hann var maðurin eftir Guds hjarta, og Ísrael blómaði undir hansara leiðslu. Tað var hann, sum fekk lyftið, at ein av eftirkomarum hansara skuldi ráða um ævir.

Men eftir deyða Dávids fullu eftirkomarar hansara frá Gudi og mistu trónuna. Guds yndistræ varð felt. Men rótarstubbin stóð eftir, og hann er heilagt sáð, sigur Gud (Jes 6,13).

Og úr hesum rótarstubba skal ein gróðurkvistur spretta. Gud sendir sína bjarging gjøgnum ein, ið er runnin av hesum rótarstubba, jødan Jesus, ið er eftirkomari Dávids, Ísais og Juda. Hesin Messias er tann spírin, ið verður tað einasta lívføra træið í heiminum.

Vit heidningar sleppa eisini – av berari náði – at verða gróðursett í lívsins træ, ið er Jesus. Hann, ið er tað sanna víntræið, og sigur við okkum, at uttan hann kunnu vit als einki gera (Jóh 15).

Lat okkum hesi jól fegnast um gróðurkvistin Jesus – tí hann er okkara æviga lív og sæla!

 

Hendan andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994