Grønar egnur og hvílarvøtn.

Skrivað: Súsannan Hendriksdóttir Olsen

”Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum” (Sálm 23,2)

Einki er so gott hjá einum seyði sum at koma til eina grøna ong við nógvum frískum grasi, har tað eisini er ein á umframt at hava ein hirða, sum bara vil seyðinum tað besta.

Menniskjan verður samanborðin við ein seyð í sálmi 23. Ein seyð, sum hevur Gud til hirða.

Ørindi 2 sigur, at hirðin letur seyðin liggja á grønum eingjum. Gud letur okkum liggja á grønum eingjum. Gud tvingar okkum ikki, men hann letur okkum vera har, sum tað er best fyri okkum. Har sum vit ikki mangla nakað. Eins og ein seyður ikki manglar nakað, tá hann hevur nokk av grasi og vatni at drekka.

Víðari stendur í ørindi 2, at hirðin leiðir seyðin til hvíldar áir. Somuleiðis leiðir Gud okkum til hvíld. Gud veit, hvar vit finna hvíld, og hann veit at okkum tørvar hvíld – likamliga og sálarliga.

Gud vil tær bara tað besta. Ver har, sum tú fært alt tær tørvar frá Gudi. Lat Gud leiða teg har, tú fært hvíld.