Grundarlagið er Bíblian

Skrivað: Jákup Eli Hansen

Eg havi jú sagt við teg: Ver reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka, tí at Harrin, Guð tín, er við tær á øllum leiðum tínum!» Jos. 1,9

Hetta er sagt við eftirmann Mósesar, Jósva. Jósva var hann sum skuldi taka eftir tí stóra leiðaranum Mósesi, og var hetta ikki nøkur løtt uppgáva at fáa.

Vit hoyra ofta um Jósva í Mósibókunum, og Jósva er eisini ein av teimum 12 njósnararnum, sum Móses sendi inn í Kánanaland, sum vit lesa í 4 Mós 12. Og her er tað Jósva, sum saman við Káleb, sum royndu at samføra fólki um at Guð var við teimum, og at tey við Guðs hjálp komu at vinna á teimum tjóðum sum búðu í Kánanalandi, men fólkið segði nei.

Støðan nú er, at Móses er deyður, og Jósva er valdur til at føra fólki tað síðsta strekki inn í Kánanaland, og at taka alt landið.

Guð gevur Jósva góð orð á vegnum ”verð reystur og hugdjarvur og ver uttan ótta og ekka” tí eg skal verða við tær á øllum leiðum tínum.

Í versinum undan hesum, vísir Guð honum á hvat tað er sum skal gera hann reystan og hugdjarvar, og er tað lógbókin. Guð biður Jósva um at ”grunda yvir hana dagar og nætur, til tess at tú heldur alt tað, sum í henni er ritað; tá fer alt at vignast tær væl, og tú verður happadrúgvur.”

Grundarlagið fyri lívið saman við Guði, var lógbókin.

Soleiðis er tað eisini hjá okkum í dag. Skullu vit hava eitt livandi samfelag við okkara harra og frelsar, má Bíblian verða okkara grundarlag.

Jesus hjálpi okkum til tað.