Gud arbeiðir aftanfyri leiktjøldini

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Nei, um so er, at tú tigur nú, man tó hjálp og bjarging koma Júdeum úr einumhvørjum øðrum staði; men tú og ættarfólk títt munnu farast; men hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningartignar?” (Est 4,14)

Ester bók er einasta bók í Bíbliuni, har Gud ikki verður nevndur. Ikki beinleiðis, tí Ester bók er hinvegin søgan um, hvussu Gud – gjøgnum eina unga kvinnu – bjargaði jødafólkinum frá týning. Júst versið omanfyri talar um Guds fjalda leiklut, uttan at nevna Gud.

Tað er ein dramatisk og fangandi søga, og hon er skjótt lisin. Í stuttum stendur Ester drotning brádliga í eini lyklastøðu sum tann einasta, ið kann bjarga fólki sínum. Sjálvt maður hennara, mæti persiski kongurin, veit ikki, at hon er jødi. Og nú er hvør jødi í hesum heimsveldi hóttur av týning. Sum persisk lóg og siðvenja er, setur Ester lív sítt í váða fyri at bjarga ættarfólki sínum.

Eitt av høvuðspoengunum í bókini er, at tað ikki var tilvild, at Ester endaði í hesi lyklastøðu. At Gud mundi hava sett hana har. Ikki fyri at hon skuldi njóta sítt marglætislív í kongsborgini, men fyri at hon í hesi lagnustund fyri fólk sítt skuldi vera før fyri at bjarga tí.

Ester bók er bara ein av fleiri spennandi søgum í Bíbliuni, har Gud arbeiðir aftanfyri leiktjøldini. Hvørki høvuðspersónar ella aðrir persónar í søguni skilja, hvat í roynd og veru fer fram.

Gud arbeiðir mangan eisini aftanfyri leiktjøldini í okkara lívi. Vit skilja bert í brotum, og okkurt av tí, sum vit uppliva, halda vit, at vit kundu gjørt betur enn Gud. Onkrar gátur verða svaraðar seinni í lívinum. Tær flestu als ikki. Í øllum førum ikki fyrrenn hvør gáta verður loyst. Tá kunnu vit sjálv spyrja Jesus.