Gud ein automat

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

”Biðið, so skal tykkum verða givið” (Matt 7,7)

”Verða tit verandi í mær, og verða orð míni verandi í tykkum, tá biðið um, hvat tit so vilja, og tað skal veitast tykkum” (Jóh 15,7)

”Men søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt” (Matt 6,33).

Hesi ørindi eru kend, men verða ofta tikin úr samanhanginum. Tá vit bara lesa eitt ørindi, er skjótt at skilja tað sum, at tað vit biðja um, tað fáa vit. Tó er tað ikki altíð soleiðis.

Eg fekk einaferð ein spurning, ið ljóðaði: ”Um tveir persónar ynskja sær tað sama, men bara annar biður um tað, er tað størri møguleiki fyri at tann, ið biður fær tað?”

Eg havi mangan sitið og hugsað um henda spurning. Tí ofta havi eg upplivað, at tað, sum eg bað um, fekk onkur annar. – Kortini ivist eg ikki í, at Gud hoyrdi meg.

Ofta síggja vit Gud sum eina automat. Tú biður og tú fær. Men minnast vit so eisini til at takka, tá vit fáa tað, vit hava biðið um? Og prísa vit honum eisini, tá vit ikki fáa tað?

Tá eg, sum ung, læs ørindini omanfyri, skilti eg tey sum, at um eg trúgi, so skuldi eg fáa tað, sum eg bað um. Men sum eg eri vorðin eldri, skilji eg ørindini heilt øðrvísi. Vit hava sjálvandi loyvi at biðja um alt, men Gud elskar okkum, og tí gevur hann okkum bara tað, sum eg okkum til gagn – Ikki tað sum vit halda er okkum til gagn, men tað, sum hann veit, er best fyri okkum.