Gud elskar okkum

”Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum, at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann. ”
1.Jóh.4,9

 

Hesi orðini í fyrsta brævi Jóhannesar liggja á sama bógvi, sum hini kendu orðini í evangelii hansara, har sum sagt verður, at ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”

Tað er umráðandi hjá Jóhannesi, at vit fáa fatur á hesum: Á henda hátt var tað, at Gud opinberaði kærleika sín til heimin, t.e til alla mannaættina. ”Hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara.”

Syndin er okkara stóra vanlukka. Hon skilir okkum frá Gudi, og hon er atvoldin til hin æviga skilnaðin frá Gudi – glatanina.

Men nú er tað umráðandi hjá Jóhannesi at fáa sagt okkum, at Gud elskar okkum – tó at vit ikki hava elskað hann, – og at Hann hevur sent okkum bjargingina. Og henda bjargingin er í soni Hansara. Tann, sum trýr á hann, skal ikki glatast, men hava ævigt lív.

”Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara. ”
1.Jóh.4,10