Gud er góður, tí at hann er góður

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Harranum lova, tí góður hann er, og miskunn hans varir um ævir” (Sálm 106,1).

Tað kunnu koma løtur í lívi okkara, har Guds góðska ger okkum ovfarin. Tú hevur eina hóming av, at tú ongantíð verður liðugur at takka nóg mikið fyri Guds undurfullu gávur. Tú fært eina fatan av, hví lovsangurin varir um ævir.

Sum orðið omanfyri ljóðar, so ljóðar eitt niðurlag, vit finna aftur í mongum lovsongum og sum grundgeva Guds góðsku. Góðska hansara hevur uppruna sín í miskunn hansara. At Gud kann vera góður ímóti okkum, kemur av, at hann er miskunnsamur. Orðið er serstakt, eitt eindømi, nýtt um Gud. At hann kennist ikki við syndir mínar. Tað merkir, at hann veit ikki av, at eg eri ein syndari. Fyri Jesu skyld eri eg vorðin eitt Guds barn, og nú er tað tað einasta, hann veit um meg. Tað er, sum vit syngja í einum donskum sálmi : “Hvad Jesus mig har givet, det gør for Gud mig kær.”

Av tí at vit eru syndarar og vita tað alt ov væl og ongantíð kunna gloyma tað, so er tað torført at vita, at Gud í himli, ið sær alt, veit alt, gjøgnumskoðar alt, gloymir. Vit menniskju hava lyndi til at evna okkum gudar í okkara egnu mynd. Men Gud er Gud, og tí kann hann gloyma, ja, gloymir um ævir. Tað er hetta, Sálmur 106 boðar okkum.

Guds miskunn stendur eina
so føst sum fjallið ævum í,
og brúður sína reinu
hann kennist við um alla tíð,
tað fólk, ið helt hans sáttargerð,
á himni krúnu ber, hvar einglafjøld í ringi
hans lov nú syngja má, sum kempulið á tingi
um kongasætið stá, sí allar sálir syngi:
Aleina hann skal æru fá.
(SB 12,3)