Gud er kærleiki

Skrivað: Kristianna Johannesen

Í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina, lesa vit í 1. Mós.1,1. Og so lesa vit víðari hvussu Gud í 6 dagar skapaði ymiskt, og at enda skapaði hann mann og konu. Gud leit at øllum, sum hann hevði skapað og var nøgdur við sítt skaparverk. Alt var sera gott. Gud ynskti at menniskjan skuldi liva eftir hansara vilja. Men syndin kom í heimin og fjarstøða kom millum menniskjuna og Gud.

Guds kærleiki var tó so stórur, at hann longu frá fystu tíð hevði eina frelsuætlan klára. Av kærleika til alla mannaættina ofraði hann sín einkarson á ein so pínufulla hátt.

Vit kunnu ongantíð fulltakka fyri henda stóra kærleika. Onki av okkum sjálvum. Alt av náði.

Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Jóhs. 3,16

Takk Gud, fyri tín stóra kærleika til okkara.

….

Guds kærleiki so stórur er, eg aldri heilt kann fata.

Eitt offur stórt – sín einkarson í deyðan vildi lata.

Á krossinum var pínan svár – burt faðirin sær vendi.

Tey sár nú eru vitni um, at eg í Himli lendi.

 

Tá Jesus mína syndaskuld á herðum mátti bera.

Hann líða mátti spott og háð og tornakrýndur verða.

Mín synd á krossi honum helt, til fullgjørt hoyrdist ljóða.

Við deyða hans eg liva kann, ja, eg fekk gávu góða.

 

Eg ongantíð kann rósa mær av vísdómi og styrki.

Men rósi mær av Jesusi og hansar’ stóra verki.

Hví slíka gávu hann mær gav, eg ongantíð kann svara,

Men eitt eg veit av hjarta nú, eg eri barn hans kæra.

Orð: Fernando Ortega

Týtt: Mariann Dj Poulsen