Gud er mentur
“Tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin” (2 Tim 1,12).
Tað var ein ung genta, sum ikki hevði teir bókligu førleikar sum flest onnur. Gentan var nú komin til fermingaraldur og gekk til prest. Alt var tungt fyri hana at læra og minnast til. Prestur spurdi hana ein dagin um nakað av tí, hann hevði lært tey ungu. Gentan fekk ikki orðið upp, og prestur gjørdist heldur ótolin. Tá svaraði gentan: “Eg havi gloymt alt, sum vit hava lært, og finni ikki røttu orðini, men eitt veit eg, eg elski Jesus og vil gera alt fyri hann. Eg veit, hann vil vera við mær og hjálpa mær í øllum, tí hann er mentur at gera alt tað, sum eg ikki kann“. Gentan hevði funnið tað, sum er tað týdningarmesta í lívinum, sjálvt um hon ikki hevði allar førleikar.
At seta álit sítt á Jesus og hava hann við í øllum, sum møtir okkum á lívsleiðini, gevur okkum ein tryggleika, sum ikki er at finna aðrastaðni. Tann, sum leggur lív sítt í Jesu hendur, verður ikki svikin.