Gud er sigurharri

Skrivað: Andrias Magnussen

“Men Gud friðarins skal brádliga sundursora Sátan undir fótum tykkara. Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!” (Róm 16, 20)

Tað er ikki neyðugt hjá okkum at hyggja langt fyri at síggja neyðina í hesum heimi. Fólk stjala, drepa, eru ótrúgv og lúgva. Allastaðni vit hyggja, síggja vit eitt stríð. Sum trúgvandi, so merkja vit eisini hetta stríðið inni í okkum sjálvum. Vit gera og siga tað, sum vit ikki áttu at sagt ella gjørt, og vit lata vera við at siga og gera tað, sum vit áttu at havt sagt ella gjørt. Soleiðis er stríðið.

Sum trúgvandi kenna vit til, at viðhvørt gongur væl hjá okkum at liva sum eitt Guds barn. Tað eydnast at gera tað góða, og vit vinna eisini smáar sigrar á syndini í okkara egna lívi. Men so knappliga so falla vit, og vit synda aftur. Tað er, sum Sátan av nýggjum hevur fingið vald á okkum. Tá er skjótt at hugsa, um tað nakrantíð man fara at vera betri hjá mær? Skal eg liva soleiðis restina av mínum lívi? Fari eg altíð at vera ein syndari? Svarið til hesar spurningar er at finna, har sum tú leitar eftir tí. Um tú leitar inni í tær sjálvum, so verður tað ongantíð betri. Um tú leitar í Guds orði, so er hansara lyfti til tín, at Jesu Krists náði er við tær, og at Gud skal brádliga sundursora Sátan.

“Stríð tí trúarinnar góða stíð, tí Gud er sigurharri. Hoyra hansara lyfti til tín: hann, sum byrjaði í tykkum (í tær) góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag” (Fil 1,6)