Gud fer at senda eina heilagleika-veking!(2:2)
Framhald
”Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir. Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er! Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av andanum, so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum, og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists, og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists! ”
Ef.5,15-21
”Gev gætur eftir tær sjálvum og eftir læruni; halt á við tí; tí at tá ið tú gert tað, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg. ”
1.Tim.4,16
Vit hava kanska ikki varnast, hvussu siðspillan veksur í okkara tíð. Vit vita, at siðreglur og siðloysi ikki bara eru tengd at kynslívinum, men tey hava ein stóran part av skuldini, at alt er farið á glið. NRK hevur í seinastuni við nógvum sýningum í sjónvarpinum boðað frá, at teir vilja føra ein fyrilitsleysan kynsmoral inn í tey norsku heimini. Sagt verður, at einasti vansin við leysalevnaði er, at tey kunnu fáa eitt barn. Í samrøðunum, sum verða sendar út um alt Noreg, veðrur tað etiska grundarlagið undir samlívinum millum menniskju als ikki tikið upp á tungu. Tað er bara tað tøkniliga og tað kensluleysa holdborna, sum teir gera nakað burturúr. Hetta er tíðarinnar moralur.
Skulu vit, sum boða orðið, við eftirlæti og viljaloysi geva hesum slagi av kynsmorali rúmd og menningarmøguleikar? Um vit, sum prædika í dag, ikki boða heilagleika og standa fast á Bíbliunnar grund og reglum, um vit ikki standa á varðhaldi í tíðarinnar ráki, kunnu vit siga farvæl um ævir til ein og hvønn møguleika fyri djúpari andaligari veking og framgongd. Dómurin má byrja við Guds húsi(1.Pæt.4,17). Vit mugu uppliva eina heilagleika-veking nú, annars eru vit glatað.
Ábyrgdin hvílir ógvuliga tung á okkum, sum boða Orðið í hesum døgum. Mær dámar ikki at finnast at hvørki ungum ella eldri; men eg vil døma meg sjálvan fyri ikki at hava gjørt tað, sum eg átti, og eg biðið Gud fyrigeva mær, at eg ikki greitt havi talað at, hvørki í fjølmiðlunum ella á okkara talarstólum. Eg lætti við hesum samvitsku mína, nú eg kunngeri, at eg í framtíðini taki undir við teimum gomlu bíbilsku reglunum bæði í lívi og læru. Eg ætli mær ikki at stíga fram sum ein moralprofetur, sum dømir alt og øll; men eg vil við lívi mínum, um gjørligt, vera ein fyrimynd fyri øðrum kristnum. Má Gud hjálpa mær at vera trúgvur í hesum!
Tá ið vit bjóða fram likam okkara fyri Gudi, skal alt vera reint og heilagt. Alt uppgjørt og ónatúrligt skal vera burtur. Øll nýtsla av tubbaki, alkoholi og rúseitri skal sjálvandi vera bannlýst, og endi skal vera á øllum ljótum orðum og vanheilagum, tómum práti. Vit skulu bæði ansa eftir okkum sjálvum(tað ytra) og læruni, og um vit halda á við tí, skulu vit frelsa bæði okkum sjálvi og tey, sum lurta eftir okkum.(1.Tim.4,16).
Vit verða ámint ikki at skikka okkum eftir hesum heimi, men verða umskapað við endurnýggjan av hugi okkara.(Róm.12,3). Tey rákini, teir mótarnir, tann ónatúrligi standurin, sum setur dám á heimsmenniskjað uttan, skulu vit mæla ímóti við at vera natúrlig, rein og heilag. Vit skulu heldur ikki oyðsla, liva sum greivar, tá ið stórur partur av heiminum livir í hungursmarkinum. Um vit í dag søgdu farvæl við alt, sum vit brúka upp á okkara kropp bara fyri at síggja væl út í eygunum á menniskjum, høvdu vit havt nógv meira pening at boðað Orðið við her heima og úti í stóru verð.
Ein veking, har fólkið verður heilaggjørt, er tað, sum kristinheimurin mest av øllum hevur brúk fyri. Gjøgnum eina heilagleika-veking, sum eisini er ein brúðarveking, verða vit gjørd til reiðar at heysta inn sálir og fara út at møta brúðgóminum við frímóði. Tað er bara, um vit stíga varliga, at vit gerast fyri fyri at keypa ta lagaligu tíðina – tí dagarnir eru óndir.
Oddvar Tegnander, rektari. ”Himmelvejen”.(stytt.) Effie Campbell