Aftur til forsíðu

Gud fyrst

Gud fyrst

Skrivað: Bent Djurhuus

“Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt” (Luk 12,31).

Hvør kennir ikki til tað, at tíðin ikki strekkir til? Hesir 24 tímarnir, sum vit hava hvørt samdøgur, eru alt ov lítið. Vit renna frá tí eina tiltakinum til tað næsta og tað triðja, og áðrenn vit vita av, ja, so er tíð at fara til songar, tí ein skal verða klárur til næsta dagin – sum aftur hevur nóg mikið av ymiskum til okkum. Ikki tí, tey allar flestu av hesum ymisku tiltøkunum, ein rennur til, eru í sær sjálvum sera góð og hugnalig. Men tá tað blívur so nógv, so blívur alt til tað bera stress. Og hvar er okkara andaliga lív í øllum hesum rokanum? Samvitskan sigur í heilum frá, at vit leita alt ov sjálvan til hansara. Alt annað vísir seg at koma framum okkara andaliga lív.

Hvat stóð her hjá Lukasi? Jú, at um vit fyrst av øllum søkja Gud og leita til hansara, so skal alt annað gevast okkum umframt. At vit byrja dagin við at leggja okkum og øll onnur í Guds hond, tosa við hann gjøgnum dagin um alt tað, sum vit takast við gjøgnum dagin, og takka honum fyri alt, hann hevur givið og gjørt fyri okkum gjøgnum dagin, tá vit leggja okkum til hvíldar.

Gud er verdur at verða nummar eitt.

A+