Gud ger tað, sum hann sigur!

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum” (Mika 5,1).

Hví vóru Jósef og Maria so býtt at fara út at ferðast, tá hon var full uppundir hendur? Munnu ikki vera fleiri, sum ikki gera tað stóra burturúr nýggjárshaldi hesaferð, tí tey eru á føðistovuni?

Frágreiðingin er sjálvandi, at Augustus keisari vildi telja sínar undirsáttar. Líka legði hann í, at summi ikki vóru serliga løtt á fótum júst tá. Men í grundini var tað als ikki Augustus, ið stóð aftanfyri. Hann er bert ein brikkur í Guds stóra putlispæli.

Barnið varð føtt í Betlehem, tí at Gud hevði sagt tað! Har í arvaluti Juda skuldi sonurin føðast, hann ið var hjá Gudi frá ævinleikans upphavi, áðrenn hann gjørdist menniskja.

So kunnu keisarar, kongar, forsetar og uttanríkisráðharrar ætla tað, teir vilja. Tá Gud hevur talað, so hendir tað! Tann suveræni, ævigi og alvaldandi tríeindi Gud legði í sínum órannsakandi vísdómi alt soleiðis til rættis, longu áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur, tí at hann vildi frelsa mannaættina frá einum ævinleika burtur frá sær. Frelsa meg og teg!

Jólini vara til trettandakvøld, men henda ítøkiliga veruleikan kunnu vit taka til okkara hvønn dag í trúgv og takksemi, so leingi vit liva í hesum heimi!

 

(Andaktirnar seinastu vikurnar eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)