Gud hevur ætlanir við tær!
“Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).
Veitst tú av, at Gud hevur serligar ætlanir við júst tær? Tað er bara ein av tær, og tað er bara ein, sum kann gera tín gerning í Guds arbeiði! Hann skapti ikki teg av tilvild. Hann hevur ætlanir við tær.
Um tú líkist mær bara eitt sindur, so hevur tú onkuntíð hugsa, at tú ikki ert nóg góð/ur. Ella tú hevur hugsað, at tað, sum tú gert, kanska er eitt sindur líkamikið. Ella kanska tú heldur, at Gud hevur nógv størri ætlanir við onkrum øðrum enn við tær.
Men veitst tú av, at tá Gud skapti jørðina, so var hann vælnøgdur, og hann segði, at tað var “gott”. Men tá hann kom til menniskjað, vildi hann skapa tað í síni mynd, og hann var so væl nøgdur, at hann segði, at tað var “sera gott”. Gud heldur, at vit eru sera góð!
So tú mást ikki halda, at Gud ikki kann brúka teg ella hevur ætlanir við tær! Tú hevur nakrar heilt serligar eginleikar og gávur, sum Gud hevur givið júst tær! Jú, tað er rætt, at gávurnar eru ymiskar; men tær eru allar so týdningarmiklar!
Hetta er nakað, sum er vorðið so stórt fyri mær, aftaná at vera vaksin upp í einari samkomu og síggja so nógv ymisk menniskju tæna Gudi! Summi eru so dugnalig at tala og boða Guds orð. Summi eru so dugnalig at spæla tónleik og syngja. Summi duga so væl at vera umfevnandi og síggja tey menniskju, ið hava brúk fyri umsorgan og eini hjálpandi hond. Hvat hevði eitt møti verið uttan góða kaku og eitt reint hús?
Gud kann og vil brúka teg! Vilt tú verða brúkt/ur av honum og gera tín part í Guds ætlan?