Gud hevur gjørt alt

Skrivað: Oluffa Andreasen

Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16). Hetta er mítt konfirmatiónsvers, og hetta hvíli eg trygt í.

Gud hevur longu gjørt tað týdningarmesta, sum skal til fyri, at vit ikki skulu glatast, hann hevur givið son sín í deyðan. Jesus gav sítt lív fyri meg og teg, fyri at eg og tú skulu fáa ævigt lív. Jesus rópti á krossinum tann dagin hann bleiv krossfestur ”Tað er fullgjørt”. Tað gjørdi hann fyri, at eg og tú kunna vera frelst.  Jesus hevur gjørt tað, sum gerast skal, fyri at vit kunnu vera frelst. Fyri at vit kunnu fylgjast við Jesusi, mugu vit taka ímóti tí orði, sum verður boðað, og taka tað til okkum. Gud elskar ikki bara tey, sum eru fitt, blíð og gera tað góða, Jesus elskar eisini okkum, um vit gera okkurt skeivt ella ónt. Jesus doyði fyri okkum øll, eisini tey, sum negldu hann á krossin, tí mugu vit ikki yvast í, at Gud elskar okkum og vil taka ímóti okkum. Jesus sigur: “Eg eri vegurin og sanleikin og lívið ongin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6)