Gud hevur góðar framtíðarætlanir fyri teg

Skrivað: Øssur Kjølbro

Elsta brævið í Bíbliuni er brævið, sum Jeremia profetur skrivar til landsmenn sínar, ið eru í útlegd í Bábilon. Av tí at ísraelsfólk ikki vildi sleppa síni avgudadyrkan, hevði Gud loyvt bábilonum at hertaka tey. Tí kendi fólkið tað so, at Gud var farin frá teimum og hevði gloymt tey.

Men Jeremia uggar tey við, at Gud ein dag fer at loyva teimum heim aftur. Og at Gud ikki hevur slept teimum upp á fjall, men vil vera hjá teimum mitt í øllum tí trupla:

“Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. Tá ið tit kalla á meg, man eg svara tykkum og hoyra tykkum, tá ið tit biðja til mín; spyrja tit eftir mær, skulu tit finna meg; og leita tit eftir mær av heilum huga, skal eg lata tykkum finna meg, sigur Harrin… ” (Jer 29,11-14a).

Vit kunnu eisini uppliva lívið so, at vit kenna okkum fremmand. Eitt nú kenna einsemi, hóast vit búgva mitt millum nógv fólk. Júst sum nógvir jødar í Bábilon gjørdu. Ella vit kunnu uppliva aðrar tvørleikar og trupulleikar.

Gud er beint hjá børnum sínum og sær og hoyrir okkum. Tað lyftið eigur eitt og hvørt Guds barn – ein og hvør, sum leitar til Jesus av heilum huga og festir sítt álit á hann.