Aftur til forsíðu

Gud hevur sína egna ætlan við okkum

Gud hevur sína egna ætlan við okkum

Skrivað: Janus Thomsen

”Far á føtur og gakk til Nineve, hina miklu borg, og rópa út yvir hana, at illskapur teirra er komin upp fyri ásjón mína.” Men Jónas fór í teirri ætlan at flýggja til Tarsis burtur frá ásjón Guds og fór oman til Jaffa. Og tá ið hann har hitti skip, ið skuldi til Tarsis, galt hann ferðargjald og fór umborð til tess at fara við teimum til Tarsis burtur frá ásjón Harrans” (Jón 1,2-3).

Jónas bleiv kallaður at fara til Nineve at boða Guds orð, men ístaðin fyri at akta Guds boð ætlaði hann at flýggja burtur frá Guds ásjón. Hóast Jónas royndi at sleppa sær rættiliga langt burtur, hevði Gud eina ætlan við honum og syrgdi tí soleiðis fyri, at Jónas at enda kom til Nineve og har fekk boðað tað, ið Gud hevði biðið hann gjørt.

Soleiðis eru viðurskiftini millum okkum og Gud. Meðan vit mangan sjálv hava ætlanir, hevur Gud eina serliga ætlan við okkum og ger nógv fyri, at hon verður førd út í lívið.

Á sama hátt kunnu vit siga um okkara syndafulla lív. Hóast vit fara ”langt burtur” frá Gudi, kallar Gud áhaldandi á okkum, meðan tíð enn er. Gud elskar hvørt einstakt menniskja og bjóðar okkum at fylgjast við sær.

Gud hjálpi okkum við tí.

 

A+