Gud hjálpir í gerandisdegnum

„Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. “
Hebr.11,1

 

Emanuel Minos

Fyri einum 55 árum síðani varð eg biðin at koma til Svøríkis at halda møtir í 14 dagar. Tá á døgum hevði eg ongan bil. Eg fór við tokinum til Svøríkis, og so mátti eg skifta til eitt lítið smalsporað tok. Tey tokini eru ikki til longur.

Eg skuldi búgva á einum gistingarhúsi, sum var vegg í vegg við tokstøðina. Tá ið eg hevði verið har í eina góða viku, fekk eg bræv frá pápa mínum. Hann skuldi halda ein høgtíðsdag, og av tí at hann var skrivari hjá missiónini, skuldu teir í Filadelfia í Oslo halda dagin fyri hann. “Eg vil so fegin, at tú kemur. Veitsluhaldið byrjar komandi mánakvøld kl. 6. Royn at koma stundisliga,” skrivaði pápi. Eg fekk hetta brævið fríggjakvøld kl. 5.

Eg fór so oman á ta lítlu tokstøðina at kanna ferðaætlanina. Fyrsta tokið, sum kom mánadagin, var á støðini kl. 11.45. Eg kundi fara við tí og so skifta til tað størra tokið, sum kom til Oslo kl. 8 á kvøldi. Men tá var veitslan hjá pápa næstan liðug. Hvat gert tú so?

 

Ja, tað ljóðar so barnsligt og einfalt; men eg tók brævið og bretti tað út fyri Harranum og fór at biðja. “Góði Jesus, tú veitst um hátíðardagin hjá pápa, og tú kennir toktíðirnar. Hjálp mær.” Eg segði einki annað. Men meðan eg bað, fekk eg eina undurfulla vissu fyri, at klokkan 6 mánakvøldið fór eg at vera í Oslo. Eg var so uppfyltur, at eg lovaði og prísaði Gudi.

 

Allar hesar dagarnar prædikaði eg um trúgv. Tá á døgum vóru trý møtir sunnudagar, morgunmøti, seinnapartsmøti og kvøldmøti. Men eg var við á fimm møtum, tí eg var eisini í sunnudagsskúlanum og á náttmøtinum.

 

Eg takkaði Gudi fyri vissuna, sum eg hevði fingið. Ja, tað er lætt at trúgva Gudi fríggjadag, og tað er lætt at trúgva Gudi leygardag, og tað er lætt at trúgva Gudi sunnudag, tá ið tú ert á øllum hesum møtunum. Men so kemur blái mánadagur. Eg vaknaði tíðliga, klokkan seks á morgni. Eg kannaði allar møguleikar. Eg ringdi til ein trúgvandi mann og spurdi, um tað bar til at fara við bussi. Nei, tað bar ikki til, svaraði hann, og aðrir møguleikar vóru heldur ikki.

 

Klokkan seks á morgni hevði eg eitt sindur av trúgv; men sum tíðin gekk, fall mítt trúarbarometur, og tá ið klokkan nærkaðist tólv, var trúgvin niðri á null.

“Tú Emanuel, tú skalt ikki byggja á kenslur,” deildi eg inn á meg sjálvan, “tú hevur verið eitt vitni í fleiri ár. Hevur tú ikki lært tað enn? Her gongur tú og billar tær inn, at okkurt serligt fer at henda. Nei, ongantíð aftur, skal eg bera meg soleiðis at.”

 

Eg hoyrdi ljóðið frá tokinum, tá ið tað kom dunkandi inn á støðina kl. 11.45. Klokkan tólv skuldi tað fara. Eg blakaði klæðini niður í kuffertið og læsti tað. Tá hoyri eg, at onkur kemur dundrandi upp gjøgnum trappurnar, eingin bankan, hurðin verður bara skrødd upp. Ein trúgvandi bróðir stendur har og tivar og kikkar eftir ondini.

“Á, Minos,” segði hann, “tað er gott, at tú ikki ert farin. Veitst tú, fíggjadagin klokkan fimm seinnapartin talaði Harrin við meg og segði: Tú skalt taka Minos við tær til Noregs! – Eg eri ferðasølumaður og havi bil. Vit skulu koyra eftir nøkrum snarvegum, og so kunnu vit vera í Oslo klokkan seks í kvøld. Men eg veit ikki, kanska vilt tú heldur fara við tokinum?”

 

Eg gloymi ongantíð hesa løtuna. Eg hálsfevndi hann, og eg græt, og eg flenti, og so segði eg honum alla søguna frá byrjan til enda. “Tú ert sendur av Gudi,” segði eg.

Allan vegin, meðan vit koyrdu til Oslo, lósu vit úr tí 11. kapitlinum í Hebrearabrævinum. Hetta er kapitlið um allar trúarhetjurnar. Klokkan tjúgu minuttir í seks vóru vit í Oslo.

 

Eg fór inn á skrivstovuna á Filadelfia og rakaði mær og gjørdi meg til. “Nú skal eg koma klokkan seks stundisliga,” hugsaði eg. Tveir minuttir í seks fór eg oman gjøgnum trappurnar og inn í lítla sal.

 

Pápi bleiv so glaður: “Á, sum tað er gott, at tú kundi koma,” segði hann, og so hugdi hann at klokkuni og segði: “Og so ert tú eisini komin stundisliga.”

 

Ja, er tað ikki stórt, vinir, at Gud svarar og hjálpir ikki bara við tí stóra, men eisini við tí smáa í gerandisdegnum?

Effie Campbell umsetti