Gud hoyrdi og sá til Ísmael 2:3
„Far og tak sveinin upp og hav hann í góðari varðveitslu, tí at eg skal gera hann til mikla tjóð!« “
1.Mós.21,18
Í ljósi av evangeliinum og Jesu hjarta, síggja vit, at Gud elskar øll menniskju. Í hansara eygum eru eingi menniskju vorðin til av einum “mistaki” og eru óektað børn og vrakað. Hetta er ein grundleggjandi fatan, sum eigur at gjøgnumseyra alt, vit fáast við í sonevndum “kristiligum virksemi”, annaðhvørt tað er í misjón, blaðgreinum, politikki ella meinigheitsarbeiði.
Tá ið Hágar var við barn og gekk við Ísmaeli, fann eingil Harrans hana í oyðimørkini og opinberaði Guds ætlan fyri henni og soni hennara. Eg eri sannførdur um, at hetta var Jesus sjálvur, sum opinberaði seg fyri teimum.
Í øðrum førum, tá ið talan er um einglavitjan, hoyra vit um eingilin Gabriel, Mikal ella bara ein eingil, skrivað við lítlum byrjanarstavi. Men her stendur Eingil Harrans (við stórum í norsku Bíbliuni), og so sum eg síggi tað, er hetta Jesus. Hin sami opinberaði seg fyri Jósva, sum Høvdingi yvir heri Harrans.
“Men Eingil Harrans fann hana við vatnlindina í oyðimørkini. Hann mælti: “Hágar, trælkona Sárai, hvaðan kemur tú, og hvar ætlar tú tær?” Hon svaraði: “Eg eri flýdd frá Sárai, húsfrú míni.”
Eingil Harrans segði við hana: “Vend tú heim aftur til húsfrú tína og gev teg undir vald hennara.”
Og Eingil Harrans segði við hana: “Eg skal gera avkom títt so fjølmangt, at ikki skal fáast tal á tí vegna fjøld tess.” (1. Mós. 16,7-10)
Gud gav Ísmaeli navn, áðrenn hann varð føddur
Hetta er fyrstu ferð, at Gud gav nøkrum navn, áðrenn tey vórðu borin í heim. Tað er bara komið fyri fýra ferðir í allari Bíbliuni, at onkur hevur fingið navn við guddómligari opinbering. Tað er vorðið profeterað um onnur, men Gud sjálvur hevur ikki givið teimum navn. Hesi fýra eru: 1. Ísmael, sum merkir Harrin hoyrir. (1. Mós 16,11) 2. Ísakur (1. Mós 17,19) 3. Jóhannes doyparin (Luk. 1,13) 4. Jesus (Luk. 1,31)
Ísmael og Ábraham
Ísmael var 13 ár, tá ið Gud opinberaði seg fyri Ábrami og broytti navn hansara til Ábraham.
Tá ið Gud skifti orð um sáttmála sín við Ábraham og lyftið hansara at geva Sáru ein son, spyr Ábraham Gud um Ísmael og framtíð hansara.
“Ábraham segði við Gud: “Gævi, at Ísmael mátti liva fyri ásjón tíni!”
Gud segði: “Nei, Sára, kona tín, skal føða tær son, ið tú skalt nevna Ísak; við hann vil eg gera sáttmála mín, ævigan sáttmála fyri eftirkomarar hansara eftir hann.
Men viðvíkjandi Ísmaeli havi eg bønhoyrt teg; eg vil vælsigna hann og lata hann nørast og fjølgast í stórum; tólv høvdingar skal hann gita; og eg skal gera hann til mikla tjóð.” (1. Mós. 17,18-21)
Í 1. Mós. 21,9 lesa vit, at Ísmael happaði Ísak. Ísakur var tá 3 ára gamal. Og í 1. Mós. 21,10-14 lesa vit, at Ábraham dagin eftir blakar Hágar og Ísmael á dyr. Tey fáa bara eitt sindur av vatni og breyði við sær. Ísmael var tá umleið 15 ár.
Ísmael er um at doyggja
Í 1. Mós. 21,15-21 verður greitt frá tí skakandi støðuni, har bæði Hágar og Ísmael eru um at doyggja av tosta og svongd í oyðimørkini. Men “Gud hoyrdi sveinin” (v. 17). Hetta er í samljóði við navnið, Gud gav Ísmaeli. Og hetta er profetiskt fyri Ísmael í okkara tíð. Ísrael var í oyðimørkini í 40 ár. Ísmael hevur verið í einari andaligari oyðimørk í skjótt 4000 ár.
Tá ið Ísmael varð blakaður út úr heimi Ábrahams, uml. 15 ára gamal, var hann ikki bara kropsliga um at doyggja, men eisini hjartað og sálin vórðu knúst av at verða vrakaður. Eftir einari løtu fór hann frá at vera sonur til at gerast trælur.
Í 15 ár livdi hann við faðirsins kærleika. Hann vaks upp og lærdi, hvør ið Ábrahams Gud er. Og næstu ferð, Ísmael sær Ábraham, er, tá ið hann jarðar hann í Hebron saman við Ísaki. (1. Mós. 25,9) Her gjørdust eisini møguleikarnir aftur at verða sonur jarðaðir. Vónin doyði.
Edvard Poulsen

