Gud kann ikki brúka meg

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

Hevur tú nakrantíð borið teg undan einari uppgávu?

Men eg svaraði: O, Harri, drottin! Sí, eg dugi ikki at røða, tí at eg eri so ungur. (Jer 6,1)

Eg hoyrdi einaferð ein siga ein setningin, ið ljóðaði nakað soleiðis: ”At siga at Gud kann ikki brúka meg, er at gera Gud lítlan”

Eg havi hugsað nógv um hetta síðani… Gud skapti alt, sum er á jørðini. Hann brúkti Jósef og Móses at bjarga ísraelsfólki, vann við Gideon og 300 monnum, brúkti Elia fyri at vísa, at hann var tann rætti Gud, gjørdi lítla Dávid til kong fyri at vísa, hvussu stórur hann sjálvur var, og allar hinar profetarnar, kvinnurnar og børnini, sum vit hoyra um í gamla testamenti. Tann sami Gud vil brúka okkum til ymiskar uppgávur í dag. Tá vit siga, ”Nei Gud, eg dugi ikki, bið onkran annan”, so er tað faktiskt sum at siga – at sami Gud, sum gjørdi alt tað, tú akkurát hevur lisið omanfyri, kann ikki brúka teg. At Gud, kann ikki brúka sína styrki í tær, tí tú, sum menniskja, dugir ikki tað, sum Gud vil hava teg at gera.

Gud veit væl, at tú í tær sjálvum ikki megnar uppgávuna, men hann sigur ikki ”far og ger tað sjálv/ur”, hann sigur ”far, og eg skal vera við tær” (Matt 28,19-20)