Gud kennir hjørtu okkara

Skrivað: Ester A. Danielsen

“Men Harrin segði við Sámuel: “Hygg ikki at útsjónd hans og høga vøkstri, tí at eg havi havnað honum; Gud hyggur jú ikki eftir tí, sum maður hyggur eftir; tí at maður hyggur at tí, ið væl stendur í eyganum; men Gud hyggur at hjartanum” (1. Sámuelsbók 16,7)

Gud sendi Sámuel avstað til at finna ein kong, og Gud skuldi siga við Sámuel, tá hann var komin fram til tann rætta. Vit lesa í vers 6, at Sámuel sá Eliab og væntaði, at hetta var heilt sikkurt hann, ið skuldi verða kongur. Tá minnir Gud á, at vit skula ikki hyggja at útsjóndini, tí Gud sær okkara hjørtu, og sær hvørji vit veruliga eru.

Hetta sigur okkum so nógv um, at vit kunna ikki goyma okkum frá Gudi! Vit menniskju hava tað øðiliga lætt við at bara lata sum um, at alt er super, og alt er gott, hóast vit faktiskt ikki hava tað so gott, sum vit siga.

Um vit taka ein køk sum dømi: Ein køkur kann vera so flottur og ruddiligur, og tá vit fáa gestir er altíð deiligt at hava ein ruddiligan køk. At vísa øðrum at tað er skil í heima hjá sær. Hetta kann mynda, hvussu gott vit hava tað, ella hvussu gott vit lata sum um, vit hava tað.

Um vit síðani opna skuffurnar og skápini í køkinum, er alt óruddiligt. Har er onki skil á, og alt er bara kroyst inn í skápið. Alt óruddið, sum stóð á borðinum, er bara blakað inn í skápini, tí har hyggur ongin inn, uttan tann, ið eigur køkin.

Soleiðis er tað við okkum, vit krógva okkara hjarta og okkara veruligu kenslur fyri øðrum, so øll skulu halda, at vit hava tað gott. Men Gud sær okkara hjørtu. Hann sær okkara kenslur og okkara tankar. Hann veit akkurát, hvussu vit hava tað, sjálvt um vit royna at krógva tað. Alt óruddið, sum vit bara hava blakað til síðis, tað tekur hann upp og ynskir at hjálpa okkum at fáa tað í ordan aftur.

Vit kunna koma fram fyri Gud akkurát soleiðis, sum vit eru, og hann dømir okkum ikki. Hann elskar okkum akkurát soleiðis, sum vit eru.