Gud kom sjálvur niður til okkara

Skrivað: Gudný Johannessen

Ein kristin maður sat uttanfyri eitt Buddista-tempul í Indonesia. Har tosaði hann við ein buddistiskan leiðara og ein muslim. Teir báðir tosaðu um, hvussu allir átrúnaðir í grundini eru tær somu, og at tær bara vóru øðrvísi á yvirflatuni. Kristni maðurin lurtaði eina løtu, og síðan spurdu hinir báðir, hvat kristni maðurin helt um hetta. Hann svaraði: ”Tað ljóðar sum, at tit báðir ímynda tykkum, at Gud (ella hvussu tit enn kalla hann) stendur á einum fjallatindi. Tað tykist sum, at tit trúgva, at vit øll eru við fótin á fjallinum. Eg gangi eina leið niðan og tú eina aðra, men at vit øll til endans koma upp á henda tindin”. Hinir báðir smíltust, svaraðu og søgdu, at hetta var júst tað, teir meintu. Tá segði hin kristni maðurin: ”Lat meg nú spyrja tykkum ein spurning. Hvat høvdu tit hugsað, um eg segði tykkum, at hesin Gud, ið er á fjallatindinum, í veruleikanum kom niður higar, ið vit eru? Hvat høvdu tit hugsað, um eg segði, at Gud ikki bíðar eftir, at fólkið finnur fram til hansara, men at hann ístaðin kemur til okkara?”

Tað er júst hetta, ið Jesus gjørdi fyri okkum. Hann elskaði okkum so nógv, at hann kom niður av fjallatindinum fyri fáa samfelag við okkum.