Gud sær alt
”Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri. ”
Hebr.4,13
Astronomurin Mitchell stóð ein dagin og eygleiddi sólina við stóra kikara sínum, og kom gjøgnum kikaran at bera eyguni við jørðina og sá tveir dreingir, sum vóru í holt við at stjala súreplir í einum urtagarði. Annar teirra var uppi í trænum, meðan hin stóð á varðhaldi, fyri, um onkur kom, so at ávara hann. Dreingirnir ánaði einki um, at nakar var sum hevði eygleitt teir í verki teirra.
Hvussu mong menniskju liva ikki lív sítt í teirri trúgv, at eingin sær tey, og tá ið eingin sær, so er næstan einki mark fyri tí, sum loyvt er. Men nakað hava tey ikki hugsað um, nevniliga hetta, at tey hava so, ið hvussu er, sjálvi sæð, og harnæst, at Gud hevur sæð.
Fyri mongum er hesin tankin, at Gud sær alt, óhugnaligur, ja, tey ógvast við tankan og vóna so inniliga, at so er ikki. Lívið verður livað í teirra trúgv, at eingin sær tey.
Tað ljóðar freistandi og lokkandi, men føra vit handa tankan longur, so er skilligt, at heldur eingin kann hoyra ella síggja tey tann dagin, ólukkan kemur, og hjálp tørvast.
Heilt øðrvísi er hann staddur, ið livir lív sítt í tí sannføring, at ein Gud er til, sum sær alt, og sum altíð er villigur at hjálpa honum, sum kallar á hann. Tað merkir, at eingin løta kemur í einum mannalívi, har Gud ikki sær og hoyrir og kann koma til hjálpar.
Hvørji av hesum menniskjum, ið liva lívið sælast, er eingin ivi um. Hvussu livir tú lív títt? Í angist fyri Gudi, sum sær alt, ella í takksemi, tí at tú aldri ert sleptur upp á fjalla, men ert undir Guds Faðirs ásjón.
A.J