Gud sær teg!
”Tí at miskunnsamur er Harrin, Guð tín; hann koyrir teg ikki frá sær og letur teg ikki farast og gloymir ikki sáttmálan, sum hann svór fedrum tínum. ”
5.Mós.4,31
Hesi trý orðini seymaði ein mamma fyri nøkrum árum síðan, læt tey seta í rammu og gav soni sínum, sum skuldi á kostskúla. Hon ynskti, at hann skuldi hava tey hangandi á vegginum í kamari sínum, so at hann kundi minnast til, at sjálvt um faðirs og móður eygu ikki kundu fylgja honum, so var ein annar, hvørs eygum hann aldri kundi fjala seg fyri. Í einsligum løtum á kamari sínum við bókunum, í tímunum í skúlaum, í spæli millum vinirnar, í stríði, í sigri ella við undirlutan, – altíð fylgdi Guds eyga honum.
Gud sær teg! Hesi orð standa skrivað uppi yvir hvørjum mannalívi. Aldri kunnu vit krúpa í skjól fyri Guds eygum. Hvat liggur í hesum orðum? Jú, tvinnir tankar. Í fyrra lagi liggur ein ógvuliga stór hjálp í hesum til atstríðast móti tí ónda. Vit vita væl, at tað er so mangt, sum vit hvørki høvdu gjørt ella sagt, um Gud var undir liðini á okkum, eins og vit sum børn lótu vera við at gera og siga so mangt, tá ið foreldur okkara vóru hjá ella sóu okkum. Hesi trý orðini siga okkum, at Gud er hjá okkum – hevur eyguni eftir okkum. Einki er, sum Hann ikki ber eyga við. Royn og læt henda tanka gerast livandi fyri tær, so vilt tú eisini fáa at kenna hjálpina í honum.
Í øðrum lagi er stórur uggi at finna í hesum orðum. Tá ið lívið møtir okkum við tí tunga – tá ið sorg og sjúka ella mótgongd av øðrum slagi møta okkum, so at tað er torført at finna leið gjøgnum vandamálini – tá ið mannahjálp og mannaráð ikki longur gagna stórt, tá er tað kortini ein, hvørs eyga fylgir okkum. Vit eru ongantíð einsamøll, tí hann fer ikki frá okkum. Vit kunnu fara frá honum – og tað eru mong, sum gera tað. Tað er ringt, tí tey vita sær ongan veg at leita eftir hjálp, tá ið leikar á av álvara. Men hann fer ikki frá okkum.
Edm. Í Garði