Gud sendi vestanvindin

”Og Jesus rætti seg upp og segði við hana: »Kona, hvar eru teir? Dómfeldi eingin teg?« Men hon svaraði: »Eingin, harri.« Men Jesus segði: »Eg dómfelli teg ikki heldur. Far avstað, synda ikki longur!«] ”
Jóh.8,10-11

 

Hans Dávid æt ein maður, sum búði í einari av eystast bygdunum av Norðurstreymoy. Hann hevði á ungum árum verið uppi í heimsins vasi og fjasi. Hann var ein av oddamonnunum, sum bygdi dansistovuna, tí honum dámdi so væl at dansa føroyskan dans.

Seinni bleiv hann umvendur, og nú fekk hann ógvusligt samvitskubit av dansistovuni. Hann hugsaði, at hann var gingin á odda at leiða ungdómin inn á slíkar leiðir. Tá rópti hann á Gud og bað hann hjálpa sær úr hesi neyð og á ein ella annan hátt sleppa teimum av við hesa dansistovuna.

Og Harrin hoyrdi. Tann Gud sum sendi ein eystanvind at blása út yvir Reyðahavið, so Ísraels fólk kundu ganga turrskødd tvørturum, sendi ein hvassan vestanvind oman yvir bygdina, og í hesum storminum fór dansistovan í heilum líki út á sjógv.
E.Campbell