Gud sjálvur maður er vorðin
”Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, … ”
Jóh.1,14
Upp undir jól verður talað um inkarnatión. Hetta er eitt latínskt orð, sum merkir ”at gerast hold”. Gud ”gjørdist hold” í menniskjanum Jesusi. Vit eru von at hoyra hetta og hugsa ikki meira um tað. Men í veruleikanum er hetta ein ómøgulig hugsan.
Gjørdist Gud hold? So kundu vit eins væl sagt, at eitt slagskip kann sigla í einum baðikari. At eini háhús kunnu standa í einum dukkuhúsi. At ein hveitiakur kann stappast niður í ein matpakka. Ja, tað er eins og at royna at evna bláa máling burtur úr tí bláu luftini. Vitleyst. Ja, vit skilja púrt onki av hesum. Hvussu kann himmalsins Gud gerast eitt pinkubarn?
Ófatiligt er, at tað kundi henda, og tað er løgið, at tað hendi. Guds endamál var jú at bjarga okkum menniskjum frá syndini og deyðanum. Men pinkubørn kunnu jú ikki bjarga nøkrum; teimum er meira tørvur á, at onkur bjargar teimum.
Jólaevangeliið er undurfult. Onki annað í heimssøguni kann metast javnt við tað. Fert tú ein túr ígjøgnum onkran av heimsins stórbýum, sært tú stórbærar minnisvarðar um kendar menn og kvinnur. Men hevur tú nakrantíð sæð ein minnisvarða, sum skal ímynda stórmennið sum pinkubarn? Tú hevur aldri sæð eina standmynd av George Washington í barnavogni. Tað hevði jú sæð fjákut út.
Men fjákut er tað ikki at lovprísa rúmdarinnar Harra sum pinkubarn, tí at barnið er loyndarmálið í tí at ”Gud verður hold”. Tað, sum var ótrúligt og óhugsandi, er hent: Gud er vorðin hold. Tað er líka so ófatiligt sum at fylla eina oljukeldu í eina oljukannu ella at kroysta eitt fjall niður í holuni hjá moldvørpuni. Gud gjørdist hold.
Víða um heim
boðini bórust við gleim,
Gud sjálvur maður er vorðin.
Haldið tí jól,
Jesus er hátíðarsól!
Hann bygdi brúgv heim til landa.