Gud vil leiða okkum úr dalinum
“Gangi eg í dimmun dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg” (Sálm 23,4).
Hvør av okkum hevur ikki sæð óttan í eyguni við at lesa hetta versið? Vit lesa hetta versið ofta, harvið síðan fáa frið í sál og sinni. Eg haldi hetta versið sigur so nógv, sjálvt um eg gangi í dimmum dølun, einki ilt eg óttist, tí tú ert við mær. Sálmaskaldið fokuserar ikki á myrkrið, hann sær ígjøgnum dalin forbíð myrkrið, tann myrki dalurin er tað staðið, vit skulu ígjøgnum, ikki tað staðið, vit skulu vera í. Ert tú mitt í tí myrka dalinum? Kanska hevur tú fingið eini keðilig boð, onkur er sjúkur í familjuni, onkur hevur tað tungt fíggjarliga ella okkurt heilt annað sum tyngir teg. Tað sær kanska myrkt út akkurat nú, men tað er ikki tað, Gud ynskir, at vit skulu vera verandi í tí myrka dalinum, hann ynskir eisini at leiða okkum úr aftur. Tí við hansara náði, koma vit ígjøgnum hetta, tað er honum at takka, at tað er ljós fyri framman.
Tøkk, og Jesus, at tú vísti
Mær á krossins tronga veg.
Tøkk, at tú har hevur liðið
Krossins deyða fyri meg.