Guds arvingar
“Men eru vit børn, tá eru vit eisini arvingar, og tað Guds arvingar, og Krists samarvingar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum” (Róm 8, 17).
Í 2009 livdu heimleysu brøðurnir Zsolt og Geza Peladi í eini holu uttanfyri Budapest í Ungarn. Teir samlaðu rusk og seldu tað, fyri at yvirliva. Men, so broyttist alt. Teir fingu at vita, at teir áttu eina sera ríka ommu í Týsklandi, sum var deyð. Hjálparfólk høvdu funnið fram til Zsolt og Geza, sum vóru arvingar eftir týsku ommuna. Teir arvaðu einki minni enn 40 milliardir krónur.
Ímynda tær at fáa ein so stóran arv. Tað er heilt ófatuligt.
Í versunum omanfyri lósu vit, at vit eru Guds arvingar og Krists samarvingar. Hvat standa vit so til at arva? Verða vit rík av arvinum? Ja, vit eru ovurhonds rík. Sum Krists samarvingar, so eiga vit barnakor hjá Gudi. Vit kunnu koma til hansara í bøn og leggja øll okkara viðurskifti í hansara hendur. Hann, sum hevur alt vald í himli og á jørð lurtar eftir okkum, tá ið vit biðja. Hann lurtar veruliga! Hann hevur umsorgan fyri okkum sum síni børn. Hetta er arvurin, sum vit ígjøgnum Jesus longu hava fingið. Men, ein partur av arvinum bíðar enn. Tey, sum hava sett sítt álit á Jesu fullgjørda verk á Golgata eiga eisini eitt lyfti um ævigt lív. Vit skulu liva ævigt saman við Gudi, har sum gøturnar eru av gulli og portrini av perlum. Hetta merkir tað, at vera Guds arvingar. Takka honum fyri tað?