Guds faðirkensla og okkara barnakor

Skrivað: Øssur Kjølbro

”Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur…” (1 Krýn 17,13a)

Faðirkenslan er ikki ókend fyri Gud. Versið er partur av tí profetii, sum hann gav Dávidi kongi um ein eftirkomara hansara, sum skuldi byggja Gudi eitt hús og sita í Guds kongasæti um ævir. Messias skuldi altso bæði vera sonur Dávids og sonur Guds!

Nýggja testamenti er skrivað við tí høvuðsboðskapi, at hesin sonur Dávids og sonur Guds er Jesus úr Nasaret. Rithøvundurin til Hebrearabrævið skrivar eitt nú: “Tí at við hvønn av einglunum hevur hann á nøkrum sinni sagt: “Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg!” og uppaftur: “Eg vil vera honum faðir, og hann skal vera mær sonur”?” (Hebr 1,5)

Kemur tað okkum við í 2019? Ja, tí Guds sonur vil fegin geva burturav sínum! Vit halda jól, tí at hann lat seg føða sum menniskja, so at hann kundi geva okkum lut í sínum framíhjárættindum sum barn hjá Gudi!

Jóhannes ápostul skrivar í tekstinum, sum er prædikutekstur jóladag í ár: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða (blíva) Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara” (Jóh 1,12).

Gud fer ikki við okkum, sum vit hava uppiborið, um vit trúgva á son hansara. Tí tá er Jesus bróðir okkara og vit eru Guds egnu børn, og Gud fer við okkum sum synum og døtrum! Okkara himmalski pápi er ikki ófullkomin, sum vit jarðisku pápar eru. Frá honum fáa vit fult uppmerksemi, kærleika, alt, okkum tørvar hvønn dag, uppaling, arvarætt…

 

(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)