Guds frelsuverk
“Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi Gud, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri syndarinnar skuld og dómfeldi syndina í holdinum” (Róm 8,3).
Tá ið Ábraham Lincoln doyði og skuldi berast út á grøvina, var ein stór fjøld av fyrrverandi trælum komin at fylgja honum til gravarbakkan. Lincoln gjørdi eitt stórt arbeiði sum forseti, fyri at steðga trælahaldinum í USA. Tá ið kistan bleiv borin gjøgnum hesa stóru fólkamongdina, var ein kona, sum lyfti sonin hjá sær upp, so hann skuldi síggja kistina. So segði hon við sonin: “Hygg nú væl eftir hasum manninum. Tí hesin maðurin mátti doyggja, fyri at vit skuldu liva. Liva eitt lív í frælsi.”
Og júst soleiðis er tað við Jesusi. Tað var við hansara deyða, at vit kundu sleppa at liva. Liva eitt lív í fullkomnum frælsi frá Guds vreiði og dómi yvir syndina. Liva eitt lív sum fullkomiliga rein, tí Jesus hevur tikið allar okkara syndir á seg og tikið ta revsingina á seg, sum lá á okkum.
Lógin klárar ikki at frelsa okkum. Men sonur Guds, hann sum dómfeldi syndina, tók á seg alla heimsins synd. Bara í trúgv á Jesus finna vit frið og vissu fyri, at vit eru Guds børn. Hetta er ein frígerandi boðskapur. At vit, hóast vit traðka við síðuna av ferð eftir ferð, kunnu finna náði hjá Gudi umaftur og umaftur. Tøkk havi Gud fyri, at hann eisini frelsti meg.