Guds innbjóðing til okkum.

Skrivað: Rósa Pólsdóttir Olsen

Vit kenna øll til, at tá onkur biður okkum koma út at spæla við seg, men vit ikki ordilig hava hug, so vit siga: “Ja, eg skal bara líka..ella nei eg havi ikki ordiliga hug beint nú..”

Gud gevur okkum eina innbjóðing til vinaband við hann. Tað er ein fantastisk náði, at Gud yvirhøvur gevur okkum eina innbjóðing. Vit menniskju eru líka sum vinir, sum óreint hava svikið og happað Gud út úr vinaskaranum. Pínuna frá okkara noktan til hansara, hevur Gud smakkað og bitið í seg við Jesu deyða á krossinum, og nú bjóðar hann okkum enn einaferð eitt vinaband við hann?

Tí er tað dupult so pínufult fyri Gud, um vit umaftur svíkja hann og ikki vilja hava vinaband við hann. Men tað hendir aftur og aftur. Vit finna upp á nógvar ymiskar umberingar fyri ikki at vera saman við Gudi. Kanska vit ikki eru nóg erlig at siga tað beint fram, at vit ikki tíma Gud, men vit vísa tað við okkara raðfestingum.

Vit siga til dømis “Tað er keðiligt at ganga í kirkju. Presturin er turrisligur. Tónleikurin er gammeldags, og hini kristnu hava nokk í sær sjálvum”. Ella: “Eg klári ikki at taka meg saman at lesa í Bíbliuni, eg bíði bara til Gud kemur út á dvd ella Netflix”.

Her tosa vit um nakað, sum er í okkara makt. Vit kunnu siga nei til innbjóðingina frá Gudi, og tað fer at fáa álvarsamar og ævigar fylgjur fyri okkum. Tí er hetta álvarsamt, at Gud bjóðar okkum at hava vinaband við hann. Ta innbjóðingina mugu vit ikki sita yvir.