Guds jólagáva til tín

Tá ið vit jólaaftan fara í eina fullsetta kirkju og hoyra hesi vøkru orðini úr Luk. 2,1- 11, verða vit øll ávirkað. Teksturin er um Mariu, føðingina, krubbuna í fjósinum, hirðarnar og einglarnar, teir, sum bera tey stóru tíðindini:

”Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.« Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: »Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«]” Luk.2-1-14

Hetta er so vakurt, so stórt, so reint og guddómligt. Tað hevur allar tættir í sær, sum vísa Guds kærleika til okkum menniskju, og tað stóra er, at øll eru roknað uppí. Gud ger ikki mannamun. Øll eru við, Gud hevur tokka í okkum menniskjum.

Tí er jólasiðvenjan og okkara kristni mentanararvur so týdningarmikil. Hann peikar á okkara røtur og vísir vegin inn í ævinleikan. Tá ið eitt samfelag verður avkristnað og verðsliggjørt, missa vit virðingina fyri Gudi og síðani virðingina fyri natúruni og medmenniskjum, skapt í Guds mynd. Tá fáa vit eitt kalt samfelag, har eingin leggur í næsta sín. Tá verður tað eg og mítt, sum telur.

Eg takki Gudi, at eg eri føddur í einum landi, har eg havi hoyrt evangeliið frá barni av. Takk fyri mammu og pápa, mínar ommur og abbar. Ikki minst, túsund takk fyri, at eg slapp at møta Jesusbarninum í krubbuni, og uppaftur størri er tað at hava tikið ímóti tí upprisna Frelsaranum, Jesusi Kristi.

Nú á jólum síggja vit ljósini úr teimum túsund heimunum har niðri í býnum, og eg hugsi: Eg vóni, at øll fáa ein signaðan jólaaftan, og at tey fara at møta tí upprisna Jesusi Kristi. Jólini eru ein gleðishátíð, og tá skulu vit gloyma tað, sum er keðiligt og ónt. Sum tað stendur í Neh. 8,10: ”Og hann segði við teir: ”Farið nú og fáið tykkum feitar krásir at eta og søtt vín at drekka og latið burturav til teirra, sum einki hava, tí at hesin dagur er halgaður Harra várum; verið nú ikki stúrnir, tí at gleðin í Harranum er styrki tykkara.”

Sjálvandi eru jólini ein sár og viðbrekin tíð hjá teimum, sum hava upplivað sorg í farna ella í farnu árunum. Kanska hava tey mist ein av sínum kæru, ella hava verið úti fyri ymsum royndum, eitt nú sjúku, hjúnaskilnaði, arbeiðsloysi ella húsagangi. Uttan mun til hvat, ger sum Skriftin sigur. Gleð teg um Jesus, sum kom at frelsa okkum. Minst til, at gleðin í Harranum skuggar yvir alla sorg og allar royndir. Minst til, at gleðin í Harranum er tín styrki.

So er bara eftir at siga: Eini vælsignaði, góð jól. Minst til, tú ert taldur uppí. Effie Campbell umsetti.