Guds kærleiki

Skrivað: Sólrun Poulsen

Tað er nógv skrivað og tosað um Guds kærleika, men tað er torført at lýsa henda kærleika, tí hann er so ófatiliga stórur.

“Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Gud, tí at Gud er kærleiki” lesa vit í Fyrsta Jóhannesarbrævi 4,8.

Vit menniskju skilja ikki Guds kærleika og náði til fulnar. Vit kunnu ikki skilja tað, tí einki á jørð er at samanbera við, og tí ber ikki til hjá okkum at skilja tað.

Tað er einki, sum eg og tú kunnu gera, fyri at fáa Gud at elska okkum meira. Og tað er heldur einki, sum vit gera, sum ger, at hann elskar okkum minni. Jóhannes sigur tað so væl í 3,16: “Tí at so elskaði Gud heimin (okkum øll), at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív!”

Jesus vil, at vit skulu liva soleiðis, sum Bíblian sigur, men ofta so klára vit tað ikki og gera ymiskt skeivt og koma at synda ímóti Gudi. Tá sigur Bíblian í Fyrsta Jóhannesarbrævi 1,9 at: “Um vit játtað syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” Hví? Tí at hann elskar okkum og vil, at vit øll skulu náa heim.