Guðs kærleiki

Skrivað: Magnus Hansen

Fyrra Korintbræv 13.

Kærleikin er eitt orð, sum hevur verið og verður nógv brúkt. Okkara menniskjansligi kærleiki er í grundini vendur móti okkum sjálvum – ein tráan, eitt ynski, sum býr innast í okkum sjálvum. Ja, onkur heldur, at tað er ein tørvur í okkum sjálvum, sum vit mugu metta.

Harafturímóti gongur Guðs kærleiki ein annan veg. Hann er vendur ímóti øðrum – eisini  ímóti  okkum. Hann er ósjálvsøkin og gongur ímóti okkara náttúru. Bara eina einastu ferð hevur kærleikin verið fullkomin her á jørð. Tað var í Jesusi. Í Hebrearabrævinum verður sagt, at hann er ljómin av dýrd Guds og avmyndin av veru hansara.

Er tað møguligt at liva í hesum kærleikanum? Ja, tað ber til at liva í hesum kærleikanum, bara um Guð hjálpir okkum at seta til síðis okkara tráan og ynski. At vit kunnu geva kærleika og ikki vænta nakran afturfyri. Meira vit líkjast Jesusi, meira kærleika vísa vit øðrum.

Um vit brúka hesi orðini um kærleikan sum eitt spegl í lívi okkara, so mugu vit av insta hjarta ásanna, at her røkka vit ikki langt. Bara Jesus var førur fyri at liva í hesum kærleikanum.

Paulus hevði ein torn í holdinum, sum hann vildi sleppa av við. Men Harrin svaraði honum: “Náði mín er tær nóg mikið; tí at mátturin verður fullkomin í máttloysi” (2 Kor 12,9).

Sama sigur Jesus við okkum nú.