Guds kærleiki
Tað er nógv skrivað og tosað um Guds kærleika, men tað er torført at lýsa henda kærleika, tí hann er so ófatiliga stórur. “Gud er kærleiki” (1 Jóh 4,8).
Guds kærleiki er nógv, nógv størri
enn mannatunga mæla kann.
Høgt upp um himins ytstu stjørnur
og djúpt í helheim røkkur hann.
(Missiónssangbókin 27,1)
Vit menniskju skilja ikki Guds kærleika og náði til fulnar. Vit kunnu ikki skilja tað, tí onki á jørð er at samanbera tað við, og tí ber ikki til hjá okkum at skilja tað.
Gud elskar ikki teg og meg, av tí vit eru so fitt, ella tí at vit eru so vøkur, ella eru so røsk, ella duga so væl – nei, hann elskar okkum, tí vit eru hansara børn, skapað av honum. Og hann elskar øll líka nógv, ikki nøkur meira og onnur minni.
Vit kunna altíð biðja til Guds og hann hoyrir altíð bønir okkara. Hann elskar, tá vit biðja til hansara, og tá kunnu vit tosa við hann um alt. Hann hoyrir okkara bøn, og hann skilir okkum betri enn nakar annar. Og tá vit lesa í Bíbliuni, sum er Guds orð til okkara, og vit eru still fyri Gudi, so tosar hann við okkum ígjøgnum orð sítt.
Tað er einki, sum eg og tú kunnu gera, fyri at fáa Gud at elska okkum meira. Og tað er heldur einki, sum vit gera, sum ger, at hann elskar okkum minni.
Jesus vil, at vit skulu liva soleiðis, sum Bíblian sigur, men viðhvørt so klára vit tað ikki og gera ymiskt skeivt og koma at synda ímóti honum. Tá sigur Bíblian í Fyrsta Jóhannesarbrævi 1,9 at: “Um vit játtað syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” Hví? Tí at hann elskar okkum.
Bøn: Takk, góði Gud, fyri, at tú elskar okkum øll, treytaleyst. Takk fyri, at tú ert í himlinum og gert okkum ein bústað har. Takk, at øll, sum trúgva á teg, og sum hava teg sum Harra í sínum lívi, skulu koma heim í himmalin til tín.