Guds kærleiki er ikki bundin at okkara kenslum ella førleikum
“Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guds børn, og tað eru vit” (1 Jóh 3,1a).
Fyri nøkrum áðrum síðani bleiv elsti sonur okkara konfirmeraður. Hann er fjølbrekaður. Til konfirmatiónina fekk hann hetta ørindið. Hetta bleiv ein sonn tala fyri meg.
Guds kærleiki er treytaleysur. Hann er ikki bundin at okkara kenslum ella førleikum. Nei, Guds kærleiki røkkur út til okkum øll.
Ja, orðið sigur okkum eisini enntá, at Guds kærleiki er so stórur, at vit kunnu kalla okkum Guds børn. Jesus gekk enntá í deyðan fyri okkum, av berum kærleika.
Ein sangur sigur nakað um hetta:
Guds kærleiki er nógv, nógv størri
enn mannatunga mæla kann.
Høgt upp um himins ytstu stjørnur
og djúpt í helheim røkkur hann.
Mítt fall var stórt, men hann fekk gjørt,
at Jesus ofraði seg.
Hann fekk mín fót úr Sátans nót,
tá Jesus leið fyri meg.
Hetta er so ríkt og stórt at hava við sær dagliga. Gud elskar teg og meg treytaleyst. Vit hava so ómetaliga stórt virði í Guds eygum.
Takk Gud fyri tín óendaliga stóra kærleika.