Guds kærleiki størstur er

Skrivað: Helena Hansen

“Og eg havi kunngjørt teimum navn títt og skal kunngera tað, til tess at kærleikin, sum tú hevur elskað meg við, skal vera í teimum og eg í teimum” (Jóh 17,26).

Jesus kennir til fulnar ummálið av Guds kærleika. Hann vil eisini, at vit menniskju skulu kenna Guds kærleika til fulnar.

Taka vit ímóti Guds kærleika, tá fáa vit eina nýggja sjón. Tá síggja vit heimin, okkara næsta og okkum sjálv við nýggjum eygum, Guds kærleiks eygum. “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst” (1 Jóh 4,19). Hetta er at vera ein kristin.

Øll hava vit brúk fyri at verða sædd í kærleika. Jóhannes undirstrikar, at vit eiga at elska hvør annan: “Elskaðu tit, hevur Gud soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan” (1 Jóh 4,11). Kærleikin sær framum forðingar og letur okkum elska okkum sjálv og okkara næsta.

Gev mær eitt hjarta sum logar,

eitt brennandi kærleikans bál.

Brúka mítt lív til at verma

ta køldu og einsomu sál.

Lær meg at elska av hjarta so kært.

Lær meg at tæna, sum tú hevur lært.

Lær meg at ganga, har tú bygdi brúgv.

Lær meg livandi trúgv.

(Bjarne Knudsen)