Guds kall gjøgnum eina gólvspann

 

”Eg áminni tykkum tí, eg hin bundni í Harranum, til at liva soleiðis, sum hóskandi er fyri ta kallan, sum tit vórðu kallaðir við, ”
Ef.4,1

Frk. Kvellestad er teologur og var lærari á bíbliuskúlanum í Staffelsgata í Oslo. Einaferð, tá ið hon var í Føroyum, greiddi hon á einari legu uppi í K.F.U.K. frá hesi hending, sum Jona hevur sagt mær:

„Tað var tann tíð, at bíbliuskúlin hevði so nógvar næmingar, at allir ikki fingu gist á skúlanum, men máttu út í býin at fáa sær kømur.

Ein genta, sum var næmingur á skúlanum og hevði kamar úti í býnum, kom ein dagin til leiðsluna á skúlanum og segði, at tað var fyri sær, sum hevði hon fingið kall at fara inn í fangahúsini at arbeiða. Lærararnir hildu, at tað kundi væl vera, og kanska var tað best, at hon slapp inn í eitt fangahús, so hon sá, hvussu har var vorðið.

Teir ringdu so til eitt kvinnufongsul; men fyristøðukvinnan var burturstødd, og hon hevði sagt, at eingin fremmandur skuldi sleppa inn í fongslið, meðan hon var burturi, bara tey avvarðandi.

So ringdu tey til eitt fangahús, har bert menn vóru; men eisini har sýttu tey henni atgongd.

So ringdu tey til eitt triðja fangahús har í býnum; men heldur ikki har slapp hon inn. Summir lærarar hildu, at nú var ikki meir at gera í hesi søk. Onkur einstakur teirra ivaðist í, um hon yvirhøvur hevði nakað kall. Kanska hevði hon bara lisið onkra frásøgn um onkra kvinnu, sum gjørdi eitt stórt arbeiði at vitja fangarnar, t.d. Mathilda Wrede ella Elisabeth Fry, og so hevði hon av hesum frásøgnum fingið hug at gjørt hitt sama, men talan um nakað veruligt kall mundi tað neyvan vera. Gentan sjálv ivaðist eisini.

Ein dagin, tá ið hon kom til hús, sá hon eina konu standa og vaska trappurnar í uppgongdini. Konan fall henni í eyguni. Hon sá so ússalig og sjúk út. „Latið meg vaska trappurnar fyri tygum, so skulu tygum leggja tygum á song mína og hvíla tygum ímeðan,“ segði gentan.

„Nei, tað man ikki fara at bera til,“ helt konan. – „Jú, jú,“ segði gentan. Og soleiðis bleiv tað. Ein ávísan dag í vikuni vaskaði gentan trappurnar í uppgongdini, meðan konan hvíldi seg.

Ein dagin segði konan: „Tú trýrt ikki, hvussu ringt eg havi tað.“ Gentan noyddi hana tá at siga sær, hvat ið bagdi.

Konan greiddi tá frá, at maður hennara hevði havt eitt gott arbeiði; men hann hevði tikið av kassanum og falsað. Hann var tí settur í fongsul, sum lá eitt sindur uttan fyri býin. Tað var eisini púra beint, helt konan. Men grannarnir vendu henni bakið, tí nú var hon kona til ein lógbrotsmann, ein tukthúsfanga. Og børnini, ja, tey høvdu tað ikki mætari. Men hóast hesa ringu støðu tókti konuni synd í manninum. Hon vitjaði hann tann eina tíman um vikuna, sum var avsettur til hetta; men tað var so svárt fyri hana at ganga tey tungu sporini inn í eitt fangahús.

Tá ið gentan hoyrdi hetta, bleiv hon púra stív. Konan misskilti hetta í fyrstuni. Hon helt, at nú vísti gentan henni bakið, tá ið hon hoyrdi um tukthúsfangan. Men so segði gentan: „Eg kann gott koma við tygum, um tygum vilja.“ – „Nei, tað er alt ov mikið. Tú hevur hjálpt mær nokk við bara at lurta eftir mær,“ svaraði konan. – „Jú, álvara,“ segði gentan, „eg skal koma.“

Tær fóru so, og maðurin bleiv so ómetaliga glaður. Tá ið ein tíð var fráliðin, bleiv hann umvendur. – Tá ið fongsulsleiðslan sá, hvussu góða ávirkan henda unga gentan hevði á fangan, bleiv hon spurd, um hon hevði hug at vitja aðrar fangar. Tað vóru jú nógvir, sum ongantíð fingu vitjan. Tað vildi hon fegin. Hon gjørdi eitt ómetaliga stórt arbeiði har og bleiv til stóra signing.

Seinni kom tað til hana, at hon hevði møtt Guds kalli gjøgnum eina gólvspann. Hon hevði átikið sær hesa lítisverdu tænastuna at vaska trappur fyri eina neyðars konu, og um hon ikki hevði verið trúgv í hesum lítla, hevði Gud ikki kunnað brúkt hana til tað, sum størri var.

Henda frásøgnin lærir okkum eisini, at vit ikki mugu ivast um kallið hjá øðrum.
Effie Campbell