Guds lambið

”Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: »Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! ”
Jóh.1,29

 

Har úti í oyðimørkini við ánna Jordan opinberar Guds Andi Jóhannes doyparanum, Jesus var Guds lambið, sum ber heimsins synd. Hann hevði sæð Andan stíga niður yvir hann undir dópinum. Og Jóhannes sigur seg hava sæð og kunna vitna, at Jesus var sonur Guds. Nu kann hann eisini siga um hann, at hann er Guds lambið, sum ber heimsins synd. Henda opinbering var stór gleði.

Jóhannes doypti til umvendingar, men fyrigeva syndir kundi hann ikki. Hvussu tungt hevur hann ikki kent hetta at noyðast at hoyra menniskju her úti í oyðimørkini stynja undir synd og ikki vera førur fyri at veita teimum fullkomna hjálp: syndanna fyrigeving.

Tí er hetta honum ein stór gleði nú at kunna rópa til fólk: Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins. Hjá Guds lambinum var fullkomin sálarbót, syndanna fyrigeving at fáa.

Gleði, gleði – sjálvur Guds sonur skuldi vera offurlamb fyri heimsins synd, ja, offurlambið einaferð med alla.

Í brævinum til korintmanna nevnir Paulus Kristus páskalamb okkara, sum dripið er.

Langafríggjadag gekk spádómur Jóhannesar út. Tá varð Guds lambið páskalamb okkara, sum rópti hesi sigurðsboð út um allan heim: tað er fullgjørt!

Enn í dag rópar Guds rødd í heimsins oyðimørk: sí, Guds lambið, sum ber heimsins synd!

Enn í dag rópar páskalamb okkara út um heimin: tað er fullgjørt!

Enn í dag rópar Frelsarin út í heimsins oyðimørk: vendið um og komið til mín, eg vil geva tykkum syndanna fyrigeving!

Men ein dagin tagnar henda kallandi røddin í vantrúar oyðimørk. Hevur tá Guds Andi fingið opinberað tær, at Jesus var Guds lambið, sum kom eisini at bera tína synd? Tann dagin skal lambið síggjast í hásætinum hjá Gudi, og tað fær handað lívsins bók við nøvnunum á teimum, ið trúðu orðinum um Guds lambið, páskalamb okkara, sum dripið er, og sum upprisið er.

Tá skulu hoyrast einglarøddir, sum syngja: ”… »Verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing!« ” Og sama ljóðið skal hoyrast samfelt av einum og hvørjum, sum er á himni, á jørð og undir jørðini, á havinum og í havinum, og tað um aldur og allar ævir, tí lambið við blóði sínum keypti Gudi menniskjur av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum. –

Sælur er hann, hvørs navn tá er at finna hjá Guds lambinum í lívsins bók.