Guds livandi orð

Skrivað: Petur Absalonsen

“Ein og hvør gudinblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guds-menniskjan kann vera albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk” (2. Tim 3,16-17).

Hvussu ofta hava vit ikki biðið bønina, “Gud lat meg koma nærri tær, so eg kann vaksa í trúnni.” Men so tá ið tað kemur til Guds orð, so duga vit allar undanførslur; eg skal bara líka kanna, hvat grannin skrivar á facebook, ella eg skal bara hyggja at hesum á Netflix. Soleiðis kundi eg blivið við at komi við undanførslum, hví eg ikki skal seta meg við Guds orði.

Men so er spurningurin, hvussu ætli eg, at Gud skal lata meg vaksa í trúnni, tá ið eg ikki seti tíð av til hann? Tí vit síggja í versunum omanfyri, at Bíblian er Guds egna orð, sum er til at læra okkum til lærusveinar. So vit kunnu fara út í gerandisdagin og vísa okkara vinum, grannum, ja øllum heiminum ta undurfullu náðina, ið Gud vísti okkum á Golgata við at ofra sín egna son í okkara stað.

Tí nógv av teimum, ið vit møta í gerandisdegnum lesa aldrin í Guds orði ella koma, har Guds orð verður boðað. Tískil kann tað vera, at vit eru tann einasta “Bíblian”, ið okkara medmenniskju hava. Her hugsi eg um, at vit eru tey einastu, ið kunnu vísa teimum á Gud. Men tá vit hava sátt Guds orð, so er tað einans Gud, ið gevur ávøkst.

So lat okkum í dag seta okkum við Guds orði og fylla okkum, so vit vera albúgvin og fullfør til eitt og hvørt gott verk.