Guðs lyfti

Skrivað: Hanna Skorastein

Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari
undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum. Jes. 46,4

Hetta eru nøkur veldig lyfti, sum Guð her gevur ísraelsfólkið. Vit kunnu nikka játtandi til
hetta. Tíðirnar broytast, umstøður broytast. Vit menniskju broytast, bæði í sinn og skinn, sum
árini ganga.

Og hendan tíðin vit eru í nú, har ein dagligdagur við koronu er veruleikin, og støðan kann
broytast dag um dag, vísir okkum so tíðiliga hetta sama – tað sum er loyvt í dag, er kanska
ikki møguligt í morgin.

Stúran og ótryggleiki er veruleiki fyri mong menniskju. Og fyri onnur, er lívið kanska
meiningsleyst. Men tess størri gerst tað fyri mær, at Guð er hin sami. Hann broytist ikki.
Umstøður og tíðin kunnu ikki gera Guði nakað sum helst.

Og mitt í øllum hesum, fáa vit hesi lyfti frá honum – Eg eri hin sami – Eg beri tykkum – Eg
lyfti tykkum – Eg bjargi tykkum. Og lyftini broytast ikki, tillagast ikki, verða ikki nútímans
gjørd. Nei, lyftini standa fast. Guð er við okkum, hjá okkum, allar tíðir. Eisini tá Guð tykist
langt burturi, tá halda lyftini eisini. Ja, kanska er tað nettupp tá, at hann ber okkum. Og stórt
er tað, at hoyra vitnisburðin hjá tí, sum er eldri, og sum hevur liva eitt langt lív við Guði, og
sum kann vitna um júst hetta sama – lyftini halda.