Guds orð er ein lykt á mínum lívsvegi

Skrivað: Tórleivur Atlason Rasmussen

Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. (Sálm 119, 105)

Um vit vóru úti og gingu á einari gøtu seint eitt vetrarkvøld, so hevði tað verið myrkt og ringt at sæð, hvar vit skuldu stigið. Vit høvdu havt brúk fyri onkrum at upplýsa vegin fyri okkum. Soleiðis er tað eisini við okkara lívi.

Bíblian sigur, at Guds orð er okkara ljós og okkara vegvísari. Við sínum orði vil hann føra okkum fet fyri fet eftir okkara lívsvegi. Allan vegin vil hann leiða meg fylgja mær. Tá tað er illgongt og bratt, er Guds orð eisini ein lykt og ein gelendari fyri okkum.

Heimurin vil fortelja tær, hvønn veg tú skalt ganga. Nógvir vegir síggja spennandi út, og tað kann vera freistandi at ganga teir, men ikki allir vegir føra teg á mál. Okkara Faðir á himli sigur í Sálmi 32,8: “Eg vil læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær”.

Jesus kennir vegin, og hann hevur sjálvur gingið hann. Ja, Jesus er sjálvur vegurin. Tá vit halda okkum til Jesus, so eru vit á vegnum, sum førir til lívs óansæð, hvat møtir okkum.

Gud vælsigni okkum til at ganga í ljósinum av Guds orði og at halda okkum til Jesus.