Guds Orð verða standandi

”Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga. ”
Luk.21,33

 

Tað er gleðiligt, at stórmenninir í heiminum eru vorðnir samdir um, at teir vilja gera sítt til, at heimurin verður ikki lagdur í oyði av teimum oyðileggingarvápnum, sum menn nú hava um hendur.

Men hetta vikar kortini ikki tey orðini, at himin og heimur skulu ganga undir. Tí at skakast skulu himmalsins kreftir, og menn skulu ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið.

Tað ber til hjá stjórnarmonnum at semjast um, at hereftir skulu ikki verða gjørdar fleiri hættisligar royndarspreingingar. Men tað stendur ikki í teirra valdi at byrgja fyri jarðskjálvtum, áarføri og omanlopum víða hvar. ”Men alt hetta eru teir fyrstu verkirnir. ” Matt.24,8

Ein pinkalítil jarðskjálvti heima hjá okkum sjálvum hevði verið nóg mikið til at fáa okkum at hugsa um tað, sum koma skal – og til at flýggja burtur frá fjøllunum av ótta fyri omanlopum.

Men Orðið, sum um ævir verður standandi, sigur okkum, at tá ið Jesus Kristus kemur aftur, skulu menn biðja fjøll og heyggjar um at fjala seg, tí at tá elvir dómurin yvir syndina størri ræðslu enn allar heimsins vanlukkur.

Guds Orð, sum um ævir verður standandi, gevur okkum einastu ugganina og einastu bjargingina, tí ”Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur; ” 1.Tim.1,15
Sælur er tann, sum tekur við hesum Orði.
E.A.J