Guðs ríkið

Skrivað: John Blasé
Týtt: Ernst Suni Magnussen

Tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til (Mark 10,14)

Dagsins skriftstað: Mark 10,13-16

Mamma mín hevur verið trúføst í nógvum ymiskum fram ígjøgnum lívið. Men tað sum altíð hevur havt størsta týdning fyri hana, og sum hon hevur longst eftir, er at leiða smábørn til Jesus. Tær fáu ferðirnar eg havi verið vitni til at mamma mín opinlýst hevur víst sína ósemju, hevur verið í samband við niðurskurð av játtan til barnaarbeiði fyri ístaðin at játta meira pening til “týdningarmiklari” arbeið.

“Einastu fer eg tók mær frí frá barnaarbeiðnum, var tað summarið, tá eg var við barn við beiggja tínum”. Eg havi roknað meg fram til, at mamma hevur arbeitt við børnunum í kirkjuni í fimm hálvtrýss ár.

Markus 10 endurgevur ein av teimum væl dámdu søgunum, sum oftast fær heitið “Tey smáu børnini og Jesus”. Fólk tóku børnini til Jesus, so hann kundi taka tey í favn, leggja hendurnar á tey og vælsigna tey. Men lærusveinarnir royndu at forða tí. Markus sigur frá at Jesus var “óður” og hartaði teir “Latið smábørnini koma til mín og forðið teimum ikki, tí Guðs ríki hoyrir slíkum til”(v 14).

Charles Dickens skrivaði, “Eg elski smábørn, og tað er ikki smávegis, tá tey, sum er so einfald í trúnni, eru góð við okkum”. Tað er heldur ikki at lítilsvirða, tá vit sum eldri eru, gera alt vit kunnu fyri at tryggja, at smábørnini ongantíð verða forðað at koma til Jesu endurnýggjandi kærleika.