Guds sterku hendur

 

”Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. ”
Sálmur 23,4

Ein lítil genta í Keypmannahavn stóð ein dagin á gøtuni og skuldi yvirum. Tað var júst í tí mest yðjandi ferðslutíðini á degnum, har sporvognar, bilar, súkklur og hestavognar tyktust vera í einari fløkju, og hon sá sær ikki nakran møguleika at sleppa yvirum.

Hon hevði ein lítlan pakka í hondini og helt hann tætt inn at sær, og tá ið hon hevði staðið leingi og ongan útveg sá, fóru tárini so smátt at renna.

Men best sum tað sá myrkast út hjá henni, kom ein politistur og bendi seg niður móti henni. ”Hvat bagir tær?” spurdi hann. Men tann lítla fekk einki sagt fyri gráti.

”Sleppur tú ikki yvir um gøtuna?” spurdi hann so, og nú kundi tann lítla nikka. ”Kom so,” segði politisturin og tók í hond hennara, ”so skulu vit royna”.

Og so fór lítla gentan yvir um gøtuna. Hon helt í hondina á politistinum og ferðslan var hin sama, og kortini var tað eins og einki vandafult var á vegnum, tí nú hevði hon lagt lítlu hond sína í sterku hond mansins, og so helt hon allar vandar vera av.

Lesari mín, tað hendir, at tú kemur út í fløktari trupulleikar enn tann lítla gentan, og einaferð skalt tú, ið hvussu er, yvir um gøtuna fyri seinastu ferð. Hvat so? Hevur tú lært at leggja veiku hendur tínar í Guds sterku?

Hvussu verður alt ikki øðrvísi, ta ið vit læra at leggja alt í Guds sterku faðirhond. Vandar og freistingar eru støðugt at stríðast við, men leiðir Gud okkum, skulu vit sigra og koma bjargað yvirum.
A.J