Guds størsta jarðiska gáva til okkara er eitt annað menniskja
“Royn alt tað tú kanst at koma fyri vetur” (2 Tim 4,21).
Paulus situr í fangahúsi í Róm, ikki í varðhaldsfongsli; men leinkjaður sum brotsmaður. Ein deyðadómur hongur yvir høvdi hansara. Hann hevur eittans jarðligt ynski eftir: at síggja sín hjartavin, medarbeiðara í mong ár, andliga vin sín, Timoteus, tosa við seg, merkja hansara trúfesti og umsorgan, áðrenn hann doyr. Heystið er komið, tað er farið at kólna í fongsulskjallaranum. “Royn alt tað tú kanst”, stendur í (4,9) og allarseinast í brævinum; “royn alt tað tú kanst at koma fyri vetur!” Tá í tíðini helt øll sigling á Miðjarðarhavinum uppat frá 11. november til 10. mars. Heilt trygt var at sigla frá 24. mai til 14. september. Um Timoteus ikki tók eina skjóta avgerð og fann sær eitt skip at koma við, sóust teir ongantíð aftur her á hesi jørð.
Guds størsta jarðiska gáva til okkara er eitt annað menniskja. Ein vinur, hjúnafelagi, sonur, dóttir. Gud veit væl, hvussu kalt tað kann gerast á hesi jørð. Tí unnar hann okkum tann hita, eitt kært menniskja kann veita okkum. Vit vita ikki, um Timoteus náddi at koma. Tú kanst ikki lata vera við at ynskja, at so var. Hvør var Paulus ikki einsamallur! Nakrar av sínum vinum hevði hann sent at boða orðið, aðrir vóru farnir frá honum út aftur í heimin. Ein trúfastur vinur nærindis í tí syndarligu støðu, hann er í, hevði verið fyri honum sum eitt himmalskt sendiboð:
Tí tora vit biðja Harra okkara Jesus sjálvan:
Kom, set teg hjá mær síðstu nátt
sum ein, ið unnir mær alt gott,
sum ein av mínum kæru.
Sum vinurin tú sigi mær,
at brátt vit síggjast aftur har,
sum stríð er gloymt og farið.
(SB 298,6)