Guds trúfesti

Skrivað: Andrias Magnussen

“Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar. Lat í trúfesti tíni meg ganga og lær meg, tí tú ert frelsunnar Gud mín, og eftir tær allan dagin eg bíði” (Sálm 25, 4-5).

Í Føroyum hava vit vegir til nærum hvørja bygd. Vit hava bæði tunlar og undirsjóvartunlar, og um ikki so langa tíð er størsti parturin av landinum knýttur saman við sama vegakervi.

Um vit skulu til eina ávísa bygd, so er umráðandi, at vit eru á røttum vegi.

Í lívinum eru eisini fleiri vegir, sum vit kunnu ganga. Tað er trupult at finna røttu leiðina, og tí kunnu vit læra av Dávidi, tá ið hann her biður Gud um at læra seg hansara vegir, soleiðis at hann kann ganga tær røttu leiðirnar. Gud vil leiða okkum fram. Víðari biður Dávid, at hann má sleppa at ganga í Guds trúfesti. Hetta er ein sera vøkur lýsing. Vit kunnu ganga á ymiskum vegum og leiðum, men at ganga í Guds trúfesti er altíð tað besta fyri okkum.

Gud er frelsunnar Gud. Hann er tann einasti, sum er mentur at frelsa okkum. Hann gav okkum Jesus, sum sjálvur sigur, at hann er vegurin, sannleikin og lívið. At fylgja honum er at ganga í Guds trúfesti, og tann leiðin ber á mál – ævigt lív heima í himli.

Gud, leiðir tú hevur í túsundatal’,

og leiðin, sum tú valdi mær,

mær best er, um ei eg kann skilja teg væl,

tí heim tú meg leiðir við tær.

MS 462