Guds umsorgan er óendalig

Skrivað: Leila Højgaard

Á mínum konfirmatiónsdegi fekk eg eina bók, sum hevði hetta heiti, týtt til føroyskt: “Mín lívsleið ein liður í Guds ætlan.“

Hesi orð hava altíð verið í mínum huga síðan. Spurningurin bleiv: “Gud, hvørja ætlan hevur tú við mær og lívi mínum?“ Sjálvt um man ikki altíð gekk ta leið,  Gud hevði ætlað, so var hann tó har, sjálvt um man ikki altíð kendi hann nær, ja, og Jesus kundi kennast at vera langt burtur, so var hann altíð har.

Í Jesaja 30,21 lesa vit: “Og tá tú fert av leið til høgru ella vinstru, skalt tú hoyra tín leiðbeinara siga: ”Her er leiðin, gangið hana.“ Guds umsorgan er óendalig. Lívið er stundum uppi á tindinum og stundum í dalinum. Í okkara landi hava vit tað so sera gott. Vit hava alt, mangla einki í tí dagliga, og eisini eru vit vard frá nógvum, sum onnur úti í heimi stríðast við, so sum hungri, kríggi og forfylging. Tó so, tað er eisini mangt, sum kann tyngja, eingin okkara sleppur undan mótgongd av ymsum slagi, dagarnir kunnu kennast tungir, sjúka kann raka, sorg, einsemi og mangt annað. Tá er trygt at kenna Guds umsorgan.

Fyri tann, sum trýr, er hvør dagur ein liður í Guds ætlan.